Mourinho er ikki fjeppari av Pokemon Go

Leikararnir hjá Manchester United sleppa ikki at spæla væl umtókta spælið seinastu 48 tímarnar áðrenn dyst.

Telefonspælið Pokemon Go er farið sum ein farsótt um allan heimin, og er eisini væl dámt millum leikararnar hjá Manchester United, siga enskir miðlar.

 

Hetta hóvar tó nýggja venjaranum hjá felagnum, José Mourinho, lítið, og hann hevur nú sett forboð fyri at spæla spælið seinastu 48 tímarnar áðrenn dyst.

 

Grundgevingin hjá venjaranum er, at hann ynskir, at spælararnir fult hugsavna seg um taktikk seinastu tíðina undan einum dysti.