Nú verður farið undir at savna undirskriftir frá almenninginum við kravi um at fáa Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá. Sostatt kann enn einaferð staðfestast, at tað hevur á ongan skapt frið, at Jørgen Niclasen, beint fyri hvítusunnu, gjørdi av at stevna Kringvarpinum og Portalinum.
Tað er ein bólkur av fólki, sum eru virkin í politiskum ungmannafeløgum, sum standa fyri at savna inn undirskriftirnar.
Kári Joensen er talsmaður fyri bólkin, ið kallar seg ” Hvar gongur markið” og sum er á Facebook. Og hann sigur, at talan er um fólk úr fleiri politiskum ungmannafeløgunum, sum standa saman um innsavningina. Hann fær ikki sagt akkurát, hvørji ungdómsfeløg verða umboðað í hesum átakinum, tí endaligt svar manglar summastaðni frá. Men tað er greitt, at Huxa, sum er ungdómsfelagið hjá Fólkaflokkinum, er ikki við
Kári Joensen sigur, at tey eru farin undir innsavninginna og ætlanin er at handa løgmanni undirskriftirnar, helst einaferð í næstu viku. Undirskriftir verða savnaðar á gøtuni í Havn og á netinum, men enn er ikki avgjørt, um adressa eisini verður lagt í handlar og aðrastaðni.
Tey, sum skipa fyri, siga, at ruðulleiki herjar í politisku, men ongar ábendingar eru um, at løgmaður ætlar at lurta eftir áheitanunum um at loysa Jørgen Niclasen úr starvi. Boðskapurin við adressuni er, at tey, sum skriva undir, vilja ikki finna seg í, at ein landsstýrismaður verður sitandi, tá álitið er rokið, og tey vilja heldur ikki finna seg í, at løgmaður ikki lurtar eftir óteljandi áheitanunum um at koyralandsstýrismannin í fíggjarmálum, til hús.
Tey vilja ikki finna seg í, at politiska skipanin verður misnýtt, sum tey málbera seg, og at persónsmál verða sett hægri enn politisku hugsjónirnar!
- At evstu myndugleikarnir ikki lurta eftir fólkinum, ger, at fólk missa hugin til at fylgja við í politikki. Fólkið missur álitið á politikarar og sjálvt grundarlagið undir fólkaræðinum er við at verða sundurmorlað av nøkrum einstaklingum, ið kundu brúkt vald sítt til veruliga at byggja land, siga tey, sum hava tikið stig til innsavningina.
|










