Motorsúkklukoyrarar úr Hetlandi

Mánadagin komu fýra fólk úr Hetlandi við Norrønu á hvør síni motorsúkklu. Tey koyra kring landið og vitja ymisk støð í Streymoy, Eysturoy og í Vágum. Eitt av endamálunum er at skriva ein ferðafrásøgn fyri eitt skotskt MC-magasin

Við Norrønu mánadagin vóru fýra motorsúkklukoyrarar, sum komu higar úr Hetlandi at vitja. Ein teirra var Ron McMillan freelance journalistur úr Glascow í Skotlandi, ið skrivar eina ferðfrásøgn til skotska MC-magasinið "Motorcycle Sport & Leisure".
 
Ron McMillan hevur altíð havt stóran áhuga fyri motorsúkklum og skrivar javnan ferðafrásøgnir. Hini í ferðalagnum eru hjúnini Colin og Carol Fraser og Brian Anderson úr Hetlandi.
 
Mánakvøldið vitjaðu tey í felagshølunum hjá Føroya Ellisakførum, og týsdagin gekk leiðin til Saksunar og bygdirnar í Norðureysturoy. Um kvøldið vitjaðu tey nýstovnaða felagið MC Eysturoy. Tey vitja eisini í Mjørkadali, á Sornfelli og í Vágum.
 
Tað er Ove Ritter frá Harley Davidson í Føroyum, sum saman við sponsorum skipar fyri vitjanini. Ferðalagið fer avstað aftur við Norrønu fríggjadagin.  
 
 
Myndatekstur:
 
F.v.: Ove Ritter, frá HD.fo, Carol og Colin Fraser, Brian Anderson úr Hetlandi, og Ron McMillan, úr Glasgow
 
 
Mynd Jens Kristian Vang