Í uppskotinum til kunngerð stendur at »Motoramboð, ið er gjørt og verður nýtt til flutning av farmi, ið ikki er neyðugur til tess, at motoramboðið skal virka, skal skrásetast og hava nummarspjaldur, áðrenn tað verður tikið í nýtslu á øki, sum ferðslulógin fevnir um. Slíkt mororamboð kann tó uttan skráseting verða nýtt á privatum øki, heruppií privatum veg, ið ikki er at meta sum privatur felagsvegur, og kann eisini í lítlan mun verða nýtt á privatum felagsvegi og almennum vegi, t.d. fara tvørtur um veg«
Her er talan um eitt nú tær fýrhjólaðu motorsúkklurnar, All-Terrain-Vehicles, ið nógv hava fingið sær hendur á í seinastuni. Nú skulu øll hesi, ið ikki verða nýtt á støðum, ið ferðslulógin ikki umfatar, burturav, skrásetast og hava nummarspjaldur










