Operation Sleppið Grindini fer nú at nærkast endanum, men Sea Shepherd gevast tó ikki enn við at varpa ljós á grindadrápið.
Komandi vikuskiftini fer Sea Shepherd at skipa fyri mótmælistiltøkum uttan fyri danskar sendistovur í ymiskum londum. Fyribils eru mótmælistiltøk fyrireikað uttan fyri sendistovur í Avstralia, Belgia, Kili, Luksemburg, Týsklandi, og USA, og í Frankaríki fer eingin minni enn kapteinurin sjálvur, Paul Watson, at luttaka, saman við forsetanum í Sea Shepherd Frankaríki, Lamya Essemlalli, sum var ein av høvuðspersónunum handan átakið hjá Sea Shepherd í Føroyum í fjør, sonevnda Grindstop.
Mótmælisgongurnar hava fingið heiti Standup250, sum vísir til teir 250 hvalirnar, sum vóru dripnir í grindunum á Bø og í Tórshavn 23. juli.
- Nú biða vit tykkum um at reisa tykkum saman við okkara djørvu manning, til minnis um teir 250 grindahvalirnar, sum lótu lív hendan dagin og fyri at verja teir, sum enn eru hóttir, skrivar felagsskapurin í lýsingini av tiltakinum.
Mótmælisgongurnar vera 14., 21., og 22. august.











