Mótmæla tollfríu søluni

Starvsólk á Landssjúkrahúsinum vilja ikki finna seg í, at Jørgen Niclasen hevur broytt kunngerðina fyri tollfríum keypi av tubbaki

 

Jørgen Niclasen hevur í dag fingið handað mótmælisskriv, har 72 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum mótmæla framdu broytingunum í tollfríu søluni av tubbakki

 

Mótmælið er soljóðandi:

 

"Undirritaðu starvsfólk á Landssjúkrahúsinum mótmæla við hesum almenna skrivi harliga, at landsstýrismaðurin tann 2. juli 2015 hevur broytt kunngerðina um innflutning av tollfríum tubbaksvørum.

 

At loyva øking í innflutningi av tollfríum tubbakki brýtur niður fyribyrgingararbeiðið, sum vit heilsustarvsfólk røkja, og verður til skaða fyri fólkaheilsuna. Vit krevja, at landsstýrismaðurin tekur kunngerðina aftur sum skjótast."