Mjørkadals Ítróttarfelag (MIF) skipar fyri MIF TOP RUN fyri 10. ferð, leygardagin hin 25. august 2012 klokkan 15, har øll eru vælkomin at luttaka.
MIF TOP RUN er motiónsrenning. Tað merkir, at øll, sum javnan motiónera, kunnu verða við. Øll, sum hava luttikið í MIF TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so hetta er ikki ein ógjørlig uppgáva.
TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin. Renningin byrjar vid Effo-støðina í Kollfjarðadali - 75 metrar yvir havinum - og endar á Sornfelli, 680 metrar yvir havinum.
- Hetta er ein teinur á 9,8 kilometrar, sigur MIF, sum vísir á sína heimasíðu um neyvari kunning, www.mif.fo