Danska fótbóltssamabndið hevur gjørt øll púra greitt, at Morten Olsen skal verða venjari hjá Danmark í hesari HM-undankappingini – eisini um úrslitini ikki verða til vildar.
- Morten Olsen er settur at taka sær av landsliðnum fram til 2010, og tað er einki á tí fótbóltsliga økinum, sum kann fáa okkum at skifta venjara. Í oktober 2009 fara vit at tosa við Morten Olsen um framtíðina, sigur Jim Stjerne Hansen, aðalskrivari hjá DBU.