- Eitt lítið sindur yngri enn vit. Gittarleikari, sangskrivari, sangari og føddur í havn. Er tað ikki Jens Marni, soleiðis megnaðu morgunfrísku vertirnir á morgunroðanum at gita ein tónleikara uttan nakra upplýsing yvirhøvur. At James Olsen hevur spælt tónleik saman við Jens Marna, og Eyðfinn Drewsen er granni hjá honum hevur onki at siga, tí hesin spurningurin segði veruliga nakað um vitanina hjá dreingjunum í rásarúminum, sum eisini megnaðu at gita, at tað var Jón Tyril, ið tosaði um seyðasparlar, ið vóru ballaðir inn í tara.
Als ikki tað, Hans Trygvi Teirin, sakførari, og Selma Ellingsgaard, forkvinna í starvsmannafelagnum, vistu eisini væl. Hóast Selma Ellingsgaard megnaði at fáa ljósu røddina hjá Filipi Mortensen at vera Guðrið Hansdóttir. Hetta hevur hon biðið orsaka fyri.
Skipaspurningurin
Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, segði í einum innslagi, at einasti skipaspurningurin, sum James og Eyðfinn kanska fóru at vita, var um svarið var Norrøna. Norrøna var ikki rætta svarið í skipaspurninginum, men heldur ikki Selma og Hans Trygvi megnaðu at gita, at farmaskipið Líðartindur kom til Føroyar í 1984.
Men spurningurin Selma Ellingsgaard hevði mest ilt av, var ein árstalsspurningur. Hon hevur sjálv gingið á felagsskúlanum á Oyrarbakka, men tá endaliga svarið kom, vóru forkvinnan við advokati eitt heilt ár við síðurnar av. Tað vóru morgunvertirnir eisini.
Kappingin
Quizturin hevur verið á skránni í allan vetur. Gunnar Nolsøe hevur trúliga staðið fyri, meðan Hilmar Jan Hansen hevur verið dómari. Nógvir tættir dystir hava verið, og ikki minst finalistarnir hava vunnið dystir við eykaspurningum.
Sjálv finalan var í Atlantis í Klaksvík, og áðrenn finalan byrjaði vóru øll sitiplássini bíløgd. Men tað vóru ikki øll, sum møttu, so tey, ið møttu í seinastu løtu sluppu eisini inn í Atlantis, sum var nærum fullsett, tá kappingin byrjaði.
Kappingin var skipað soleiðis, at annað liðið var inni í salinum saman við dómarunum, meðan hitt liðið var niðri í kjallaranum í húsinum og víst á stórskermi, haðani tað eisini tosaði inn í salin.
Tallismann
Áðrenn kappingin byrjaði hevði James Olsen ikki so góðar vónir til kappingina, men Eyðfinn Drewsen var við gott mót, tá teir høvdu fingið tvær bamsur – lullebul 1 og 2 – frá Jan Müller, stjóra í Miðlahúsinum.
Fyri at taka saman um, kann mann siga, at frísku dreingirnir av Rás2 gjørdu bart í Kringvarpinum.