Morgunmatur fyri eldri fríggjadagin

Fríggjamorgun bjóðar Vágs kommuna eldra ættarliðnum, teimum sum eru 65 ár og eldri, til morgunmat.

Fríggjamorgun 11. des. kl. 10 bjóðar Vágs kommuna eldra ættarliðnum, teimum sum eru 65 ár og eldri, til morgunmat í Framtíðini í Vági.

Umframt ein góðan morgunmat, so verður sjálvsagt høvið til eitt gott prát, og onkur jólasangur verður eisini sungin.

Allir borgarar, 65 ár og eldri, eru hjartaliga vælkomnir í Framtíðina til morgunmat fríggjamorgunin kl. 10.

Tørvar onkrum  bil á staðið, so ber til  at ringja í Miðlatún á tlf. 239390.