Morgunlesturin endaður á skeivum borði

Kanska er avgerðin um morgunlesturin ikki væl móttikin, men tingfólk skuldu ikki blanda seg upp í avgerðirnar, ið Kringvarpið tekur

Lat tað verða sagt beinanvegin, at summi mál burdu ongantíð endað í Løgtinginum. Tað fyrsta málið, eg hugsi um, er, hvørt vit skulu selja rundstykkir sunnudag ella ikki, og tað, sum eg hugsi næst, er morgunlestrar í Kringvarpinum. So er tað sagt. Men veruleikin er nú einaferð tann, at ofta enda mál í Løgtinginum, sum kunnu tykast at verða komin á skeivt stað, og morgunlestrar í Kringvarpinum er eitt av teimum málunum.

Nakað annað er tað, at 26 tingfólk tvinga landsstýriskvinnuna at fáa Kringvarpið at taka eina nýggja avgerð. Tað er heilt burturvið. Leiðslan má kunna taka sínar avgerðir. So kunnu tey “vanligu” geva sína meining til kennar um tiknu avgerðirnar og vísa sína ónøgd og kanska fara í dialog við Kringvarpið, men ikki er hetta komið á rætt borð, tá tingfólk fara at krevja broytingar. Kringvarpið virkar óheft av politisku skipanini, og tí skuldi Kringvarpið eisini fingið frið at tikið sínar avgerðir óheft av politiksu skipanini.

Givið er so tað, at Kringvarpið helst skuldi umhugsað tiknu avgerðina, tí tað sæst, at fólk vilja hava morgunlesturin endursendan, og vil Kringvarpið sleppa undan at missa lurtarar, so má morgunlesturin nokk skumpast framat aftur.

Kanska burdi mann lurta eftir Torbirni Jacobsen og selt Kringvarpið til hægstbjóðandi.