Grimdaregn og vindur. Veðrið er illfýsið í dag. Men parkeringsplássið uttan fyri svimjihylin í Gundadali er fult. Alt bendir á, at nógv fólk eru og svimja henda morgunin. Klokkan nærkast hálvgum níggju, og jú, rætt var. Inni í svimjihylinum er rættiliga fult.
Morgunfrúurnar verða tær kallaðar. Tær, vit skulu práta við. Morgunfrúurnar eru fastir gestir í svimjihylinum hvønn morgun klokkan átta. Nógvar av teimum byrjaðu at svimja langt áðrenn nýggi svimjihylurin læt upp fyri 20 árum síðani.
Heitt er inni har hyljarnir eru. Luftin er tung og heit, men gott lív eru í øllum, sum hava leitað sær niðan at plaska í hylinum eina løtu áðrenn dagsins gerningur byrjar.
Í morgun eru tær yvir 10 í tali. Tá allar eru savnaðar eru tær yvir 30. -
- Eg byrjaði at svimja í 1969, sigur ein teirra. Hon hevur baðihettu og situr á trappuni og prátar. Ein onnur sigur, at hon hevur svomið síðani 67. -
- Í 1959 lat gamli svimjihylur upp. Tað var ein útihylur, sum var stongdur um veturin. Tá vit byrjaðu við svimjingini, møttust vit klokkan 7 um morgunin. Nú hava vit broytt tað til klokkan 8, siga tær og flenna.
Blómutyssi
Lagið er gott. Tær kennast væl, og flenna nógv. Tær flestu morgunfrúurnar eru eldri kvinnur. Tann elsta hevur júst fylt 85 og tann yngsta er einastaðni í 40´unum. -
- Vit hava havt heitið »morgunfrúurnar « leingi. Tað gjørdist fast, tá tann nýggi svimjihylurin lat upp. Tá skuldu tey sjálvandi hava blómur og alt hetta her, men tá segði Ivan Carlsson, at teimum nýttist ikki blómur, tí tey høvdu morgunfrúurnar, og tað var eitt vakurt blómutyssi, sigur ein í svartari baðihettu og flennir.
Tær greiða frá, at tær hava altíð gjørt nógv burturúr. Tá gamli svimjihylurin lat aftur, klæddu tær seg út og dansaðu í hylinum, og hetta gjørdu tær eisini meira enn ta einu ferðina. -
- Vit svimja í ein tíma, men tá tað villa lagið er á okkum, so er tað altíð meira. Aftaná fara vit til kaffi og prát í kaffistovuni. Tá gamli svimjihylurin var, ferðaðust morgunfrúurnar runt Føroyar at svimja um veturin, tí tá lat svimjihylurin í Havn aftur. Einaferð um árið er útferð á skránni, og annars koma tær saman, tá onkur hevur føðingardag og líknandi. - Vit vóru einaferð í Klaksvík og spurdu eftir morgunfrúum har, men tey høvdu ongar. Tey søgdu, at tey skuldu fara at fáa sær, men eg veit ikki, hvat tað verður til, sigur tann eina.
Tær flestu morgunfrúurnar eru í 70´unum. Tær høvdu ynskt, at fleiri yngri komu við, so at siðurin ikki dettur niðurfyri. -
- Hetta er so hugnaligt. Ein vanligan dag eru vit millum 10 og 15, og tá vit møtast, so verða vit altíð so glaðar, siga tær.
Men tær hava als ikki tíð at tosa. Tær vilja heldur sleppa at svimja. Og vippurnar eru ongin trupulleiki. Fimm-metur vippan er eitt spæl. Tær kava niður í hylin, sum hava tær ikki gjørt annað síðani tær vórðu føddar. Stuttligt er tað hóast alt. Hesar kvinnurnar, sum eru bæði dupult og tríggjar ferðir, ja, kanska enntá fýra ferðir so gamlar sum tey ungu, sum svimja henda morgunin, kava niður í hylin sum onki. Men ein unglingi, sum kemur upp á fimm-metur vippuna er noyddur at taka trappurnar niður aftur, tí hann torir ikki.
Regnið oysir framvegis niður, men tað leggja morgunfrúurnar onki í. Tær vilja bara stuttleika sær.










