Tríggir dystir í EM-undankappingini í kvinnuflogbólti vórðu spældir í dag, og vóru úrslitini hesi:
Skotland-Luksemburg 2-3
Írland-Liktenstein 0-3
Føroyar-Skotland 3-1
Hóast tað enn er langt eftir á mál, so kundu úrslitini í dag bent á, at talan verður um lyklauppgerð hjá føroysku kvinnunum í morgin.
Longu klokkan 10 spæla okkara kvinnur móti Írlandi, sum taptu greitt í fyrsta dystinum, og sum tí skulu vinna nú, skulu tær hava nakran møguleika.
Seinni á kvøldið skulu føroysku kvinnurnar aftur í eldin. Hesa ferð verður tað móti Liktenstein, sum av fleiri verður mett sum sterkasta tjóðin í kappingini.
Skráin í morgin
10.00 Írland-Føroyar
13.30 Liktenstein-Luksemburg
16.30 Skotland-Írland
19.30 Føroyar-Liktenstein