Íløgur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sambært fráboðan, sum fyri nýggjár varð send virðisbrævamarknaðinum, hevur Sp/f 14 selt 566.832 av sínum partabrøvum í Føroya Banka. Seinastu tíðina hevur kursurin verið um 130, og tí er handilsvirðið av hesum helst um 74 milliónir.
Tað hevur ljóðað leingi, at Sp/f 14 eins og so nógv onnur íløgufeløg hevur tungt gjaldføri, nú partabrævamarknaðurin er follin somikið nógv seinasta góða árið.
Partabrævið hjá Føroya Banka er eisini fallið nakað seinastu tíðina, og tí er hugsandi, at talan er um blanding av einum stop-loss handli, har tað verður selt, meðan tað enn stendur hampuliga væl til, og einum handli, sum skal skaffa Sp/f 14 neyðugt gjaldføri.
Við handlinum er Sp/f 14 ikki longur partur av stórpartaeigarunum í Føroya Banka. Stórpartaeigarar eru eigarar, sum umboða meira enn 5% av atkvøðurættinum á aðalfundinum.
Sp/f 14 hevði í 2008 eitt hall upp á 528 milliónir krónur. Hetta bar við sær, at eginpeningurin við ársbyrjan 2009 var komin niður á 31 milliónir. Í ársfrágreiðingini fyri 2008 varð víst á, at felagið hevði nóg mikið av tøkum peningi til at halda lániskyldurnar í 2009. Samlaða ognin í umferð var tá 381 milliónir krónur, meðan stuttfreistaða skuldin var 37 milliónir krónur.