Hóast bæði flogfør og skip hava leitað allan dag í Indiska Havinum eftir møguligum leivdum av tí horvna malaysiska flogfarinum, funnu tey einki.
Leitað verður einar 1.200 fjórðingar í útsynning úr avstralska býnum Perth, tí at avstralskir fylgisveinar høvdu staðfest tveir lutir á sjónum har. Myndugleikarnir í Avstralia valdu at senda flogfør og skip at leita, men í dag ásannaði Tony Abbott, forsætisráðharri, at tað kanska er ov seint at leita.
-Fylgisveinamyndirnar eru frá 16. mars, og tað er ikki vist, at tað, sum fleyt á sjónum tá, flýtur har enn, segði ein talsmaður fyri teir avstralsku myndugleikarnar við tíðindastovuna Reuters í dag.
Tony Abbot sigur, at teir avstralsku myndugleikarnir fara at halda fram við at kanna, hvat kann vera hent Malaysian Airlines-flogfarinum, sum hvarv á veg úr Kuala Lumpur til Beijing tann 8. mars við 239 fólkum umborð.
Avstralsku sjótrygdarmyndugleikarnir siga, at leitingin heldur fram í morgin. Samstundis hava teir malaysisku myndugleikarnir sagt, at teir halda eisini fram við leitingini við hjálp frá fleiri londum.