Stóra oljufelagið Mobil Oil fór fyri fáum vikum síðani undir eina sera spennandi og áhugaverda boring á djúpum vatni á Atlantsmótinum - ella rættari í teiginum 214, sum liggur heilt har norðuri og heilt tætt upp at tí miðlinjumarki, sum nú er partur av avtaluni millum Føroyar og Bretland.
Ongantíð áður hevur verið borað á so djúpum vatni, 1586 metrar, í hesum økinum ella nærhendis. Sosialurin fær upplýst, at ætlanin er at halda fram við hesi boring í einar tríggjar mánaðir, men at talan er um eitt »tight hole« tvs. at eingir upplýsingar verða latnir út til almenningin um úrslitið av boringini.
Borað verður við pallinum Jack Bates, sum er kendur um okkara leiðir. Hetta er ein av teimum fáu boripallunum í heiminum í dag, sum er førur fyri at bora á so djúpum vatni. Stórur eftirspurningur er tí eisini eftir júst hesum pallinum og verður hann at síggja á leiðunum millum Føroyar og Bretland í mong mong ár, nú markið kemur endaliga uppá pláss. Umframt henda pallin eru kanska bara einir 3-4 aðrir pallar í heiminum, sum eru førir fyri at arbeiða á hesum leiðum.
Dan Hayes, journalistur á oljublaðnum Euroil sigur við Sosialin, at stórur áhugi er millum oljufólk fyri júst boringini hjá Mobil, tí hon er í einum nýggjum øki og á sera djúpum vatni.
Hann sigur annars, at støðan í altjóða oljuvinnuni er heilt vend til fyrimun fyri eitt øki sum tað føroyska. Eftir at oljuprísirnir eru hækkaðir munandi og eftir at tað tykist greitt, at markið millum Føroyar og Bretland kemur uppá pláss, vilja oljufeløgini nú í stóran mun venda sær móti øllum hesum økinum og harvið eisini Føroyaleiðunum.
? Eg haldi, at tykkara landgrunnur við hesum útviklingi er vorðin upp aftur meira kappingarførur við onnur øki í heiminum, og hetta skuldi verið eitt gott tekin fyri eina tjóð, sum fegin ynskir at gerast ein av komandi oljutjóðunum í heiminum sigur Dan Hayes.