Tað er ikki ov nógv sagt, at tað var púra óvæntað, at Mjølnir tapti sunnudagin á Kambsdali.
Mjølnir hevur fingið góðan styrk í jugoslaviska venjaranum Borko Ilic, men sjálvt tað var ikki nóg mikið til sigur móti ÍF.
Fuglfirðingarnir vóru til dystin fús, og eins og SÍ gjørdi tað móti Fram í Havn, gjørdu teir á sama hátt móti Mjølnir á heimavølli.
Teir vunnu eitt sett, ein lítlan »tie-break« og ein stóran »tie-break«, og við tí var sigurin í hús.
Men á veg móti sigrinum rendu teir seg inn í tveir dundrandi settósigrar.
Gestir best frá byrjan
Sum væntað vóru tað gestirnir, sum komu best frá byrjan. Mjølnir dugdi væl at spreiða spæli soleiðis at ÍF verjan hevði meiri enn trupult at finna út av hvar bólturin fór.
Leiðslan hjá Mjølni var ongantíð hótt og ein av orsøkunum var, at Bogi fekk Trygva við í álopsspæli hjá Mjølni, og tað var hann ikki so nógv í dystinum móti Fleyr.
Settið endaði við sigri til Mjølnir, sum vann 21-15.
Nú var væntandi, at Mjølnir fór at halda dampin uppi, men soleiðis skuldi ikki ganga.
Fuglfirðingar vildu hava eitt orð at siga og teir spentu seg av álvara út í øðrum setti.
Teir fingu fatur á álopsspælinum hjá Mjølni, sum gjørdist alt meira tannleyst.
Venjarin misti flogið eina løtu, og tá John Syderbø ikki fekk tað ígjøgnum, sum hann skuldi, so gjørdist trupult hjá Mjølni.
Tað skal tó sigast, at John leikti nógv betri sunnudagin enn hann gjørdi seinasta vikuskifti.
Álopið hjá fuglfirðingum fór at virka betri enn áður, og serliga Kenneth Neshamar og Bartal Eliasen vóru knáir.
Fuglfirðingar vunnu við júst sama muni sum klaksvíkingar høvdu gjørt beint frammanundan og so mátti ein lítil »tie-breakari« til fyri at avgera setti.
Hann vann ÍF púra óvæntað 7-5, og nú brádliga vendi alt á høvdi.
Mjølnir kom aftur
Men, sum so ofta tá Mjølnir er annar parturin í slíkum dysti, so var at leggja á annan bógv, og tað var júst tað teir gjørdu.
Klaksvíkingarnir vildu vísa, at tað var av tilvild, at høvdu tapt fyrra hálvleik, og teir koyrdu á motorin.
Tað hjálpti eisini ein heilan hóp.
Venjarin vaknaði aftur úr dvala og hann hamraði nakrar bóltar í gólvið.
Trygvi kom aftur inn í spælið og saman við Hjalta, sum royndi sítt, gav tað Mjølnir avgjørdan fyrimun.
Hjá fuglfirðingum var einki at gera. Bóltarnir fuku um oyruni á teimum, og líkamikið hvat teir gjørdu fingu teir ikki fatur á einum teirra.
Tað var stórt sæð bara tá Mjølnir gjørdi feilir, at ÍF fekk stig í triðja og fjórða setti, og tí endaðu tey bæði við lemjandi ósigri til fuglfirðingar.
Settúrslit sum 21-7 og 21-9 siga so mikið sum, at tað hevur verið meiri enn greiður munur á liðum, og tað var tað eisini. Tað var í veruleikanum klassamunur á liðunum hesa løtuna, og tað var Mjølnir sum var tað betra liðið.
Og so hinvegin
Aftaná lítlan steðg fóru liðini aftur í gongd, og í byrjanini sá alt út til at ganga »sum tað átti«.
Mjølnir var omaná og gjørdi stórt sæð sum tað passaði teimum, og áðrenn ÍF visti av var Mjølnir frammanfyri 8-3.
Hetta var støðan tá liðini skiftu síðu, og satt at siga væntaðu tey flestu, at hetta eisini var endin á ÍF sunnudagin.
Men, so vendi grindin enn einaferð.
Við Bartali Eliasen sum undangongumanni og bardagafyrimynd fóru fuglfirðingar í holt við at berja seg inn aftur á Mjølnir.
Spakuliga gekk, men sum orðatakið sigur: »Fram kemur hann í hóvliga fer!«.
Og mín sann um liðini bæði ikki fingu tann løgna veruleika at sanna, at dysturin er ikki avgjørdur fyrr enn dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð.
ÍF misti ikki móti, men bardist manniliga, og hóast klaksvíkingar høvdu matchbólt, so hildu teir á.
Tað gav eisini úrslit. Eftir lítlari løtu høvdu teir javnað til 15-15 og lítla løtu seinni høvdu teir tikið øll á bóli, tí teir høvdu vunnið 18-16.
Sigurin var heima, og smílini - fuglfjarðasmílini - vóru stór.
Eingir dómarar
Tað, sum kortini sermerkti henda dystin var, at eingir dómarar møttu til dystin.
Fleyr b var sett at døma, men teir møttu ikki og søgdu heldur ikki frá, at teir ikki komu.
Slík gerð er meiri enn óheppin, og eigur avgjørt ikki at henda.
At dysturin var leiktur kortini var av vælvild frá tveimum áskoðarum, sum hildu seg til at døma ístaðin, og tað er ov vánaligt tá vit hava í huga, at tað er meistaradeildin vit tosa um.
Skammi tykkum í Fleyr b, og taki tykkum sama til eina aðruferð.