Mjølnir livdi upp til stóra favorittleiklutin í steypafinaluni hjá monnum, og klaksvíkingar vunnu eisini ein sannførandi 3-0 sigur á Fleyr. Tað var bara í fyrsta setti, at Fleyr veruliga kom til orðanna. Munurin var størri í øðrum setti, og í triðja setti vann Mjølnir knúsandi lætt.
Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-23, 25-20 og 25-14)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. John Syderbø var viðmerkjari.
2) Hoyr John Syderbø taka samanum dystin. John harmast um, at talan ikki gjørdist um eina meira spennandi finalu, men tað skal suverena liðið úr Klaksvík ikki lastast fyri.
HERber til at hoyra samrøðurnar Óli G. Samuelsen m.a. gjørdi við Thorvald Danielsen og Phil Freere hjá Mjølnir, og Jens Hera Bolstad Mortensen hjá Fleyr aftaná dystin.