Mjølnir skuldi vestur í Vágar at spæla móti Drátti um vikuskiftið, men tað varð av ongum. Tá klaksvíkskvinnur skuldu um Leirvíksfjørð seinnapartin fríggjadagin legði Dúgvan stilt og tí mátti dysturin í Vágum útsetast til í hesi vikuni ístaðin.
Marjun Kalsø, liðskipari hjá Mjølnir greiðir frá, at tær høvdu leigað buss úr Leirvík til Vestmanna tí eingin annar fartur var, men tá Dúgvan avlýsti túrin klokkan 16.10, so vórðu tær ov seinar til bátin um Vestmannasund.
»Nú vóru vit fyrireikaðar og tí var tað serstakliga óheppið, men tað gerst ikki við. Vit spæla dystin fríggjakvøldið í staðin, so tað er ikki verri enn so«, sigur hon.
Vinnur Dráttur dystin er kappingin um annaðplássi í meistaradeildini hjá kvinnum víðopið, men tapir Dráttur, so er næstan vist, at TB fer við silvurinum.
Sum støðan er í løtuni eru liðini púra jøvn. Bæði í stigum og í settmuni.