Eftir at kvinnurnar hjá SÍ fyrr í dag vunnu 3-2 í steypafinaluni ímóti Mjølni, so skuldi menninir royna at gera kynstrið eftir, tá ið undirmettu SÍ-menninir skuldu royna at koppa verandi greipuvinnarunum og suverena oddaliðnum í landskappingini, Mjølnir.
Mjølnir treivst at síggja til væl í leiklutinum sum favorittur, og í fyrsta setti lótu teir ongan iva vera um hvat var betra liðið. Teir vunnu greitt 25-15.
Í øðrum setti fylgdust liðini til 10-10, men so byrjaði Mjølnir aftur at draga frá og vann eisini hetta settið rættiliga greitt - hesaferð 25-19. Nú var 2-0 í settum og tað sá svart út hjá SÍ.
Í triðja setti leikti eisini javnt á eina góða løtu, men við støðuna 16-16 togaði Mjølnir seg framum aftur og stevndi ímóti einum 3-0-sigri. SÍ gav tó ikki upp og yvirlivdi fleiri dystarbóltar, men við fjórða dystarbóltinum eydnaðist tað Mjølni at vinna 29-27 og tryggjaði sær harvið aftur steypagull við einum 3-0-finalusigri á SÍ.
Mjølnir - SÍ 3-0 (25-15, 25-19, 29-27)
##ms##