At havið eisini tekur, hevur húskið hjá Sámali Joensen fingið staðfest. Tá Sjóborg var fyri vanlukku í 1998, fórust nevnliga tríggir mans, sum vóru partur av húskinum hjá verfamiljuni. Teir tríggir vóru Tony Thomsen, pápi at Marthu, Hannus Thomsen, bróðir Marthu og Símun Pauli á Fríðriksmørk, sum varð giftur systur Marthu.
Umframt teir tríggjar lótust eisini Hilbert Fonn og Atli Hansen, sum báðir vóru væl kendir av húskinum hjá Marthu.