Misti foreldrini upp á fýra dagar

Um vikuskiftið skuldi danski krimirithøvundin Sara Blædel vitja í Føroyum, men hon avlýsti ferðina, tí pápi hennara var sjúkur. Nú hevur hon mist bæði foreldrini innan fýra dagar

Sara Blædel er ein av best umtóktu krimirithøvundunum í Danmark, og farna vikuskiftið skuldi hon vitja í Føroyum. Hon skuldi millum annað verða við í Rás2-sendingini Hvonn Live og á Torradøgunum í Klaksvík. Sara Blædel hevur skrivað væl umtóktar krimibøkur, og hon skuldi greiða frá sínum bókum og lívi annars á ferðini til Føroya.

Men miðskeiðis í farnu viku gav hon avboð til ferðina, tí heilsustøðan hjá pápa hennara var blivin so vánalig. Mamman hevði eisini verið sjúk, og tí vildi Sara ikki rýma frá teimum.

Og so gekk ógvuliga skjótt. Leygardagin doyði mamma hennara, og tá skrivaði Sara Blædel á sín Facebook-profil:

- Bæði míni foreldur hava verið illa sjúk seinastu tvær vikurnar. Pápi mín er framvegis innlagdur, men har mamma mín var, er blivið heilt friðarligt. Tað er eisini blivið friðarligt innan í mær. Tí kann eg ikki verða krimirithøvundur í hesum døgum, eg eri bara dóttir míni foreldur.


Fylgdust allan vegin

Bert tríggjar dagar eftir, at mamman var deyð, fór pápi Saru Blædel eisini.

- Tað er bara so typiskt míni foreldur at fylgjast allan vegin, skrivaði Sara Blædel á Facebook í vikuni.

- Tey hava altíð verið saman. Tey hittust fyri 61 árum síðani og hava gjørt alt saman, og eg haldi tað verða vakurt, at tey eisini fóru herfrá saman, sigur Sara Blædel við Ekstrablaðið.

Pápi Saru Blædel var journalisturin Leif Blædel, sum vann Cavling heiðurslønina í 1971, og mamman var sjónleikarin Annegrethe Nissen.

Túsundtals fólk hava víst Saru Blædel samkenslu umvegis eitt nú Facebook.