“William Heinesen skrivar um fyrstu ferð, hann møtti Christian Matras, sum var komin til Havnar at ganga í realskúla. Christian segði seg vera fríteinkjara. Tann missiónsávirkaði William var heilt forfardur: “Er eingin Gud? Men so kunnu menniskju gera alt tað illa, tey vilja!” Nei,” svaraði tann 13 ára gamli bygdardrongurin, “tí eitthvørt er til, ið rópast fyri moral.”
Tað vóru óivað diskussiónir um rætt og skeivt, um synd og helviti, sum gjørdu, at mín barnatrúgv misti støðufestið.
Tað var serstakliga hugsanin, at tað rætta og góða var tað, sum Gud vildi, og tað skeiva og illa var tað, sum var í stríð við Guds vilja. Og tann, sum gjørdi móti Guds vilja, kom í helviti, og tann, ið fylgdi Guds boðum, kom í himmalin. Eg helt, at hetta var bæði óskiljandi, órættvíst og óhugnaliga ljótt. Tað góða má t.d. vera, at vit hjálpa øðrum, tí tey hava hjálp fyri neyðini – ikki tí, at vit vænta at sleppa í himmalin afturfyri. Og tað hevur enn minni moralska meining, at vit eru góð ímóti øðrum, tí annars fara vit til helvitis.”