Tey føroysku sjúkrahúsini verða partur av einari danskari fráboðanarskipan, sum skrásetir mistøk á sjúkrahúsum Nú skulu mistøk á teimum føroysku sjúkrahúsunum skrásetast. Tað hevur Almanna- og heilsumálaráðið gjørt av.
-Endamálið er ikki at revsa tey, ið gera mistøkini, men at læra av mistøkunum, sigur Tummas í Garði, læknastjóri, við Kringvarpið.
Sum er verða mistøk, ið verða gjørd á føroysku sjúkrahúsunum, ikki skrásett á einum staði, men í framtíðini verða føroysku sjúkrahúsini partur av donsku fráboðanarskipanini. Har kunnu øll, ið fáa kunnleika til mistøk ella skeivleikar á donsku sjúkrahúsunum, anonymt boða frá hesum á alnetinum.
Tummas í Garði heldur, at skipanin fer at geva eina munandi betri mynd av, hvørji mistøk henda á teimum føroysku sjúkrahúsunum. Harafturat væntar hann, at mistøkini fara at fækka, tá fráboðanarskipanin fer at virka.










