Í blaðnum í gjár settu vit Steintór Rasmussen spurningin, um hann ikki átti at tikið av tilboðnum, sum RecArt bjóðaði fyri at fáa Brand Enni knýttan at plátufelagnum. Hann svaraði, at hann metti ikki tilboðið verða nóg gott, og tí avráddu hann og foreldrini hjá Brandi at takka nei. Stjórin í RecArt, Jens Ove Friis, var ógvuliga áhugaður í Brandi fyri einum góðum ári síðan, og sambært stjóranum í RecArt var tilboðið í millióna hæddina.
? Eg var rættiliga áhugaður í Brandi í 2002, men Steintór vildi ikki lata okkum Brand, tí hann metti, at hann kundi fáa meira burturúr honum onkra aðrastaðni, sigur Jens Ove Friis.
Takkaði nei
Í summar hevur Steintór Rasmussen eftir øllum at døma bjóðað RecArt at gera ein avtalu við Brand Enni, men tá takkaði danska plátufelagið nei.
? Eg var í Føroyum í summar, og vit tosaðu saman. Eg fekk bjóðað Brand Enni, men vit takkaðu nei. Brandur er ikki barnastjørna longur, og tað var júst tað, vit, í síni tíð, vóru áhugaðir í. Vit eru alt ov lítið plátufelag til at kappast við tey stóru, og tí hava vit lagt okkum eftir at arbeiða við barnastjørnum og ikki ungdómsstjørnum. Brandur er ein ómetaliga dugnaligur sangari, men hann hevur ikki okkara áhugað longur, sigur stjórin í RecArt.
Spurdur um Brandur framvegis hevur møguleika at sláa til sum ungdómsstjørna, svarar Jens Ove, at Brandur er rættiliga evnaríkur, men stór fígging má til.
? Tað nyttar ikki at arbeiða einsamallur, og halda kortini tætt inni at sær. Okkara royndir eru, at ein kemur ongan veg í tónleikaheiminum uttan góðar samstarvsfelagar, og tí mugu menninir aftanfyri Brand finna góðar og dugnaligar samstarvsfelagir, um ætlanin við at fáa Brand Enni út um landoddarnar skal eydnast, sigur Jens Ove Friis at enda










