-Vit misskiltu støðuna í landinum. Vit hildu, at við einum arbeiðsloysi upp á átta prosent ella har á leið, hækkandi benzinprísi og ymsum øðrum var tað næstan óhugsandi, at Barack Obama kundi verða afturvaldur.
Tað sigur Newt Gingrich (myndin), fyrrverandi formaður hjá republikanarunum í Umboðsmannatinginum, við fronsku tíðindastovuna AFP, sum hevur spurt hann, hví republikanarin Mitt Romney tapti ímóti Obama á valinum týsdagin.
Newt Gingrich var við í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum, men mátti lúta fyri Romney.
Í tíðindunum kemur fram, at republikanararnir eru farnir at kanna, hvat miðeydnaðist teimum í valstríðnum - ikki bara í sambandi við forsetavalið, men eisini í sambandi við valið til Senatið.
Tølini vísa annars, at republikanararnir hava mist veljarar millum kvinnurnar og í minnilutabólkunum.









