Jørgen Niclasen
Eg haldi at hatta var ein góð nýggjársrøða. Hann royndi at vera savnandi, og tað eigur hann at vera. Hann lýsti nógvar ymiskar støður heima og úti í heimi.
Eg haldi at hatta var ein yvirskipað røða, og løgmaður var ikki so útdýpandi í sínum lýsingum av ætlanunum hjá landsstýrinum, og royndi at vera savnandi, heldur enn at koyra reinan samgongupolitikk, sum ein løgmaður kanska kundi verið freistaður til at gjørt. Hann royndi at savna, heldur enn at skapa split. Har var kanska onkur sambandssetningur inn í millum, um hvussu gott tað er við ríkisfelagsskapinum og so framvegis.
Løgmaður lýsti summar avbjóðingar, uttan at koma við úrslitunum, men sum heild haldi eg at hatta var ein góð nýggjársrøða, soleiðs sum eg haldi at ein nýggjársrøða eigur at síggja út. Savnandi og yvirskipað.
Hatta haldi eg at hann kom bara væl frá.
Jóannes Eidesgaard
Nýggjarsrøðan sum politisk røða er munandi øðrvísi enn aðrar politiskar røður, sum ein løgmaður heldur. Hon skal vera partvís afturlítandi og partvís framlítandi. Hon skal taka fram tey positivu tingini. Hon skal taka fram møguleikar heldur enn avmarkingar, og tað haldi eg at hon gjørdi. Røðan var long, men hon fevndi eisini víða. Hon fevndi um tey heimligu viðurskiftini og tey globalu viðurskiftini.
Tó saknaði eg kanska at hann nevndi okkurt um tað, at vit berjast við tað strukturella hallið á rakstrinum. Tað er eitt politiskt problem, sum vit mugu taka upp og tað ongantíð for skjótt.
Tað er neyðugt at vísa forstáilsi fyri at at landsstýrið fer inn at regulera eitt sindur, og stillar uppá báðar skrúvurnar, sum vit hava at stilla uppá, nevnliga inntøkur og útreiðslur. Men hetta dugi eg sjálvandi kanska betri at síggja nú, tá eg eisini eri fíggjarmálaráðharri.
Annars haldi eg at hon var góð, og at hon innihelt tað, sum ein nýggjársrøða skal innihlda. Hon útstrálar vón og er jalig, og tað skal ein nýggjársrøða eisini. Hon var víttfevnandi, og nam við nógv týdningarmikil mál.
Nýggjársrøðan er sum heild ein øgiliga yvirskipað røða, og tað var henda eisini. Tað skal hon eisini vera. Eg veit av royndum, at tú kanst ikki fara niður í detaljur, tí so sita vit alla nýggjársnáttina og lurta.
Sum heild haldi eg at tað var ein góð røða, sum innihelt næstan alt tað, ein nýggjársrøða skal innihalda.
Kári á Rógvi
Heilt stutt hevur hann tann góða eginleikan at hann er ein bjartskygdur maður. Tað er ein góður eginleiki at hava, at duga at líta frameftir. Men tað má ikki fara hartil, at man bara situr og lítur frameftir, og ikki dugir at læra av fortíðini.
Serliga ørkymlandi er tað, tá hann, sum eisini er formaður í Granskingarráðnum, tosar um at seta fokus á gransking og at fólk ikki skulu flyta av landinum, tí tað sást ikki aftur undir fíggjarlógarviðgerðini. Hann virkaði sum ein stjóri, ið sat og bíðaði eftir hvat bókhaldið fór at geva honum í játtan. Tað tykist fyri mær, sum at hann hevur øgiliga lítlan stuðul í samgonguni. Hann er, sum mann sigur á enskum, »in office, but not in power«. Tað manglar at hann vísir seg sum leiðara í samgonguni.
Eg føli tað at eg standi honum nærri, enn nógvir av samgongulimunum gera, og at hann hevur sera lítlan stuðul í samgonguni.
Sum heild haldi eg at hatta var ein stak góð røða. Tað er gott at hann er jaligur í ringum tíðum, men boðskapurin hongur bara ikki saman við tí, sum samgongan ger í verki.
Høgni Hoydal
Eg haldi at í stóran mun kann man siga at nýggjársrøðan var ein embætismannatekstur sum var upplisin, har vit ikki fingu nógv nýtt at vita. Tað mesta var yvirskriftir úr fjølmiðlunum frá farna árinum.
Har var sum so eingin politisk meining, og hetta avspeglar tað, at vit í Føroyum hava eitt slag av politiskum vakuum, eitt slag av leiðsluloysi.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði millum annað, at landsstýrið hevur eina ætlan um, hvussu føroyingar koma seg best úr fíggjarkreppuni. Hetta passar ikki, og vísir at man bara bíðar eftir donskum loysnum.
Tað vísir seg sum at føroyskir løgmenn hava ein trupulleika við nýggjársrøðum. Aðrastaðni hevur man eina drotning ella ein kong, ið kemur við eini generellari heilsan til fólkið, meðan forsætisráðharrin ella forsetin kemur við eini politiskari røðu.
Tað vísir seg sum at man blandar for nógv í millum í Føroyum. Løgmenn vita ikki, um teir skulu vera eitt slag av drotning ella forsætisráðharri.
Sum heild er ikki nógv innihald í nýggjársrøðuni at kommentera. Tað er lítið samsvar millum tey fáu politisku tingini, sum blivu søgd í nýggjársrøðuni og tað, sum ið veruleikanum verður gjørt. Tað er andsøgn millum veruleikan og tað, sum Løgmaður nevndi í nýggjársrøðuni um mentan og samhaldsfesti. Síðan hetta landsstýrið kom til, hava tey jú skorið niður upp á mentan og revsað teir veiku samfelagbólkarnar.
Jenis av Rana
Tað er sjálvandi gott at vit hava ein positivan løgmann. Tað er hann altíð í sínum røðum, men tað er ikki nokk at sita afturá og fortelja hvussu væl vit eru fyri í Føroyum, hvussu stórt og gott tilfeingi vit hava.
Man má vænta meira av eini politiskari leiðslu. Tað er gott at hann er jaligur og vísir á alt tað góða, men hvussu verja vit tað? Tað manglar hjá honum.
Hann tosar um langtíðarætlanir hjá landsstýrinum, og tað hevur hann gjørt síðan hann bleiv løgmaður, men vit hoyra ikki meira um tær ætlanir sum landsstýrið hevur uttan tað, sum danska stjórnin kemur við.
Eg hevði væntað meira av eini føroyskari leiðslu. Eg hevði vænta meira av leiðsluni longu tá vit viðgjørdu fíggjarætlanina.
Løgmaður tosar eisini um at vit mugu tryggja vælferðina. Men vit vita tað, at tá teir fóru at royna at spara, løgdust teir fyrst á tey veikastu í samfelagnum.
Løgmaður tosar eisini um at gagnnýta tilfeingið, bæði við livur, rogn og proteinum úr fiskaskræðuni. Men hetta hongur heldur ikki saman við at teir einki gera fyri at stuðla hesi vinnuni, og týdningarmest at stuðla granskingini í hesu vinnuni. Serfrøðingar siga at vit gagnnýta tað sum hevur minst virði á fiskinum, meðan vit tveita tað virðismesta aftur í havið.
Hann tosar um at vit hava eitt gott tilfeingi í fólkinum og í havinum, sum gjørdu at vit í 90’unum vendu gongdini, men eg sakni at hann eisini nevnir Harran. Løgmaður tosar um at vit mugu nýta egnan mátt og megi, men her hevði eg sagt, at tað eisini var ein hægri hond við í spælinum, sum gjørdi at tað eydnaðist okkum so væl at venda gongdini.
Sum heild eru for nógv orð, fór nógv óítøkiligt og for lítið ítøkiligt.