Misbrúkt børn skulu verjast betri

Nú skal lógin broytast fyri at verja børn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi

 

Børn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi skulu verjast betri.

 

Tað er endamálið við einum uppskoti, sum verður lagt fyri Løgtingið í næstum.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygdóttir, forkvinnan í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, sigur, at nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at broyta rættargangslógina.

 

Ein broyting, sum verður, er, at tá ið børn hava verið kynsliga misnýtt, skal tað bera til at taka avhoyringina upp á video.

 

Samstundis skulu hesar upptøkurnar kunna brúkast sum prógv í rættinum.

 

- Hetta er fyri at verja barnið, sigur Elsebeth mersedis Gunnleygsdóttir.

 

Tá ið barnið verður avhoyrt, hevur tann, sum er skuldsettur fyri ágangin, ikki rætt til at vera til staðar at síggja og hoyra, hvat barnið sigur.

 

Tann skuldsetti fær kortini rætt at síggja og hoyra upptøkurnar aftan á, og viðkomandi kann so krevja, at barnið verður avhoyrt einaferð afturat.

 

Men hetta ber eisini í sær, at barnið, sum hevur verið fyri kynslinum ágangi, sleppur undan tí ógvusliga upplivilsi tað er at skula møta upp í rættinum at greiða frá ímeðan fleiri fólk eru til staðar.