Misbrúka teir fremmandu

Seinastu árini eru nógvir handverkarar komnir úr Baltalondunum og Pólandi til Noregs at arbeiða. Leingi hevur ljóðað, at teir fáa ikki somu løn sum teirra norsku starvsfelagar, og nú avdúkar ein nýggj kanning, at teir fremmandu handverkararnir fáa heldur ikki somu trygd á arbeiðsplássunum sum teir norsku.

-Tað eru teir, sum verða koyrdir upp á tær hægstu tekjurnar og niður í tær djúpastu gravirnar uttan nakra trygd, sigur eitt starvsfólk hjá arbeiðseftirlitinum við blaðið Dagsavisen. Hann sigur seg eisini hava sæð polskar handverkarar arbeiða á einari asbesttekju, uttan at teir høvdu nakra verju, sum reglurnar annars krevja.

Arbeiðseftirlitið í Oslo hevur kannað, hvussu umstøðurnar hjá fremmandum handverkarum eru á byggiplássum í býnum. Í einum føri vísti tað seg, at ein polskur handverkari hevði fingið skaða undir arbeiði, men arbeiðsgevarin setti hann av við eina bensinstøð við teimum boðum, at hann mátti klára seg sjálvan.