NSÍ spælararnir høvdu svørt syrgibind um armin, tá ið teir sunnudagin spældu hálvfinalu á heimavølli ímóti GÍ, og tað var tøgn við Løkin fyrsta minuttin, eftir at dómarin hevði bríkslað fyrstu ferð.
Felagið, spælararnir og áskoðararnir mintust Sofus Hansen, sum doyði næstsíðsta mánadag bara 49 ára gamal. Sofus var við, tá ið NSÍ fyrstu ferð kom uppí fótbóltin. Hann var málverji í 2. deild og eisini, tá ið liðið í 1976 fyri fyrstu ferð royndi seg í 1. deild.
Fótbóltsvøllurin í Runavík varð tikin í nýstlu í 1972. Fyri ta tíð snúði tað mesta í NSÍ ? umframt kappróðurin ? seg um hondbólt, og har var Sofus eisini við.
Sofus lærdi til maskinsmið hjá Mekanik í Runavík, og so leyk hann maskinistprógv í Havnini. Hann sigldi bæði á fjarleiðum og undir Føroyum, hann var maskinmaður á Bakka, hann hevði fleiri onnur størv, og hesa síðstu tíðina var hann hjá FJM í Runavík.
Sofus var sonur Karl Johan, sum var ættaður av Kinn í Lamba, og Jóhonnu, sum var av Toftum. Sofus var giftur við Klaru, sum er av Skipanesi. Tey búðu á Glyvrum. Børnini eru Kári, sum var á NSÍ miðvøllinum sunnudagin, Mortan, Jóhanna og Kartin.