Trygdartiltøkini vóru sera strong í russiska høvuðsstaðnum í gjár, har meiri enn 50 ríkis- og stjórnarleiðarar við Vladimir Putin og George W. Bush á odda vóru komnir saman at minnast 60 ára dagin fyri sigurin á Nazitýsklandi.
26,6 milliónir sovjetborgarar doyðu undir seinna heimsbardaga, og russiski forsetin segði, at heimurin hevur nógv at takka teimum fyri. Hann takkaði USA, Bretlandi og Fraklandi fyri teirra lut í tí endaliga sigrinum, men legði afturat, at eingin eigur at gloyma, at teir harðastu bardagarnir vóru á sovjetskari jørð.
Síðani legði Vladimir Putin eina rósu við minnisvarðan hjá tí ókenda hermaninum, og tað sama gjørdu hinir ríkis- og stjórnarleiðararnir. Teirra millum vóru George W. Bush úr USA, Gerhard Schrøder úr Týsklandi, Hu Jintao úr Kina, Silvio Berlusconi úr Italia, Jacques Chirac úr Fraklandi, Junichiro Koizumi úr Japan og Alexander Kwazniewski úr Pólandi.
Polski forsetin er annars ein av teimum, sum teir seinastu dagarnar hava gjørt vart við, at sigurin á Nazitýsklandi gav ikki teimum eysturevropeisku londunum tað frælsið, sum londini vestanfyri fingu. Ístaðin fyri ta nazistiska stýrið komu londini eystanfyri undir kommunistisk stýri, og tí fingu tey ikki veruligt frælsi fyrr enn í nítiárunum.
Harmast og skammast
Í Týsklandi varð skipað fyri minningarhaldi við Brandenburger Tor í Berlin sunnudagin. Forsetin, Horst Køhler, segði í røðu síni, at týskarar harmast tað, sum hendi undir seinna heimsbardaga, og at teir minnast kríggið við skomm.
Nýnazistiski flokkurin NPD hevði boðað frá einum tiltaki við Brandenburger Tor sunnudagin, men fólk í túsundatali forðaðu fyri, at teir sluppu hagar.











