Fýra tinglimir hava boðað frá, at tey ikki fara at leggja seg á politisku vágskálina eina ferð afturat Løgtingið fer at koma saman aftur at viðgera og samtykkja provosoriska fíggjarlóg. Tað boðaði tingformaðurin frá, tá ið løgmaður hóskvøldið hevði útskrivað val, og tingfundurin varð niðurlagdur.
Politiska tingarbeiðið hjá løgtinginum, sum varð valt 20. januar 2004, endaði hóskvøldið. Tað er greitt, at í hvussu so er fýra av teimum, sum hava sitið á tingi seinastu fýra árini, ikki verða í nýggja tinginum. Tey eru Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum, Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum og Vilhelm Johannesen og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum.
Í hvussu so er fimm nýggj andlit verða at síggja í tinginum, sum verður valt 19. januar 2008. Umframt í hvussu so er fýra nýggjar tingmenn, sum skulu loysa tey omanfyri nevndu av, verður eitt umboð valt afturat. Tingið hevur fyri stuttum síðani samtykt, at tað í nýggja tinginum skulu vera 33 limir. Higartil hevur hámarkstalið verið 32 og minsta talið 27.
Vanliga verður umleið ein triðingur av tinginum og onkra ferðina størri partur enn so skiftur út.
Spenningur er um, hvussu tað verður hesa ferð, nú landið verður skipað í eitt og ikki sjey valdømi.