Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
Tað harmar meg almikið, at tað verður spurt og spurt um oljuflutningin til Skúvoy, alt meðan einki hendir. Hetta er óseriøst bæði av samgongulimum og andstøðulimum. Eg ætli mær so ikki at viðgerða henda spurning meir á tingsins røðarapalli, tí nú skal handlast.
Eg havi tosa við landsstýrismannin Jacob Vestergaard, og eru vit samdir í, at nú skal henda skammiliga viðferð útoyggjafólk fáa, ikki minst Skúvoyingar, fáa ein enda.
Tað tíð eg havi sitið á hesum høga tingi, eru nógv góð orð søgd, men eg má siga hvørki eg sjálvur ella nakar annar er komin eitt petti nærri.
Sjálvur var eg saman við landsstýrismanninum Jógvan við Keldu úti í Skúvoy og tosaði um spurningin.
Helst mugu Skúvoyingar ásanna, at tað einasta Skúvoyingar fingu burturúr var, at vit órógvaðu teimum arbeiðsdagin.
Eg gleðist um, at landsstýrismaðurin er viljaður til at fáa oljuspurningin í lag, og samgongulimir arbeiða fyri sakini heldur at forsetandi tosa aftur og aftur.
Um vit ikki klára oljutrupuleikan, eitt so lítil mál, hvat klára við so? Hetta er eisini til mín sjálvan.










