Ein sterk spreinging hevur í dag verið á Taksim-torginum í miðbýnum í Istanbul í Turkalandi.
Í minsta lagi seks eru deyð og 53 særd, upplýsir turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan. Hann kallar spreinginin fyri eitt andstyggiligt álop.
Spreingingin var klokkan 16:20 lokala tíð, sum er 13:20 okkara tíð.
Tosað verður um kaos á staðnum. Á sosialu miðlum eru upptøkur av fólkum, sum liggja niðri. Nógv fólk runnu burtur frá økinum, tá ótti var fyri øðrum spreingingum, skrivar turkiskir miðlar.
Nógv løgreglufólk eru send á staðið, har nógv fólk eru, sum verða flutt burtur. Handlar lata aftur, og lúkurnar rullaðar fyri vindeyguni.
Ríkissjónvarpið hevur víst upptøkur av sjúkrabilum og løgreglu á gitnu handilsgøtuni Istiklal,
har spreingingin var.
Tað hevur ljóða, at talan kann vera um sjálvmorðsbumbu.
Taksimtorgið hevur verið pallur fyri fleiri týðandi hendingar í 100 ára gamla lýðveldinum.
Í 2013 var torgið miðdepil fyri hópmótmæli ímóti stjórnini í Ankara.
/ritzau/Reuters