Ein ungur maður hevur skotið fleiri fólk í einum vinnuskúla í Finnlandi fyrrapartin Minst fýra fólk fólk doyðu, og fleiri vórðu særd, tá ein ungur maður fór at skjóta eftir næmingum og lærarum á einum vinnuskúla í Finnlandi fyrrapartin.
Finska løgreglan sigur, at byrsumaðurin er deyður, men tað er ikki greitt, um løgreglan skjeyt hann, ella um hann beindi fyri sær.
Tað er ikki heilt greitt, hvussu mong hava latið lív, men finska sjónvarpið sigur, at talan er um minst fýra fólk. Harumframt eru millum 15 og 20 særd flutt á sjúkrahús.
Vinnuskúlin er í býnum Kauhajoki, sum er einar 350 kilometrar í útnyrðing úr Helsinki. Umleið 15.000 fólk búgva í býnum, og umleið 200 næmingar ganga í vinnuskúlanum.
Í fjør var eisini ein skortilburður í einum skúla í Finnlandi. Ta ferðina doyðu átta fólk.