Ein bumba í einum bussi í Afganistan hevur í dag kosta 11 fólkum lívið og sært tíggjutals onnur, upplýsa myndugleikarnir í Kabul.
Bumbuálopið er tað seinasta í eini røð av álopum, eftir at amerikanskir og aðrir hermenn eru farnir unir afturtøku úr landinum.
Kvinnur og børn eru millum tey deyðu við spreingingina í syðra landspartinumZabul, upplýsir talsamður fyri guvernørin á staðnum, Gul Islam Sial.
Eingin hevur tikið ábyrgdina fyri dagsins álop.
Taliban boðið seint í gjár frá, at tey seta í verk tríggjar dagar vápnahvíld í sambandi við átrúnaðaurligu hátíðna Eid al-Fitr seinni í hesi vikuni.
Boðini um vápnahvíldina komu, tvey samdøgur eftir at ein ógvuliga sterk bumba drap minst 68 fólk við ein skúla. Tey fleistu teirra vóru gentur. Yvir 165 fólk eru særd í spreingingini.
Í fleiri vikur hevur Afganistan verið merkt av blóðugum álopum, sum hava kostað tíggjutals fólkum lívið.
Álopini hava verið, samstundis sum hermenn úr USA og øðrum Nato-londum eru í ferð við at taka seg úr landinum.
Afganski forsetin, Asharf Ghani, legði leygardagin Taliban undir at standa aftan fyri álopið á skúlan. Men ein talsmaður fyri rørsluna hevur avvíst, at so hevur verið, at Taliban fordømi eihvørt álop á sivilar afganar.
Spreinginin var i einum shiamuslimskum grannalag Dash-e-Barchi í vestara partinum av kabul leygarkvøldið lokala tíð.
Shiamuslimar eru ein átrúnaðarligu minniluti. Áður hava shiamuslimar og verið hernaðarmál hjá Islamskum Stati, sum er ein sunnimuslimskur bólkur.
Eid, sum markerar endan á føstumánaðinum, ramadaninum, byrjar mikudag ell hósdag. Tað veldst um, hvussu mánin er á himmalinum.
Næstan 10.000 Nato-hermenn, harav 2.500 eru úr USA og 1.100 úr Týsklandi, fara úr landinum fyri 11. september. Hermenninir eru ein partur av venjingar- og stuðulsdeildinum hjá Nato.
/ritzau/AFP