At Tomma ikki er ímillum okkum longur er so óskiljandi. Okkara bindiklubbur verður ongantíð tann sami uttan teg, góða Tomma. Tú vart eitt so gevandi menniskja. Tú spreiddi ljós, har tú vart, altíð so skemtingarsom. Vit hava so ótrúliga góðar løtur at minnast aftur á saman við tær.
Tað var altíð nakað serligt at koma til Vestmanna. Vit høvdu til fragd at telja kertuljósini, ið tú hevði tendrað í tínum so hugnaliga heimi. Tú var so kreativ og dugdi so væl at fáa tað hugnaligt. Listarligur gávur hevði tú eisini, og sást hetta aftur, har tíni egnu listarverk prýddu veggirnar.
Tú fekk herviliga sjúku at stríðast við fyri 4 árum síðani. Tú hevur kempað sum fáur fyri at basa sjúkuni. Tað var ilt hjá okkum at skilja, at tú vart so sjúk. Tú var so vøkur til tað seinasta.
Tú hevði so nógv at liva fyri. Serliga nær stóðu tær tíni børn og ikki minst ommubørnini.
Tankar okkara leita til tykkum, sum hava mist so ómetaliga nógv. Lat hetta vera tykkara troyst, at hon er komin til ein betri stað.
Má Harrin styrkja tykkum í sorgini.
Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um Tommu.
-----------
Bindiklubburi