Minningarorð um Petur Z. Hentze

Mánadagin 24. november 2003 bórust sorgarboðini, at Petur Z. Hentze brádliga var deyður, bert 60 ára gamal.

Petur, sum var útbúgvin maskinsmiður og síðani maskinmeistari, byrjaði sum lærari á Tekniska Skúlanum Tórshavn 1. jan. 1979. Sostatt restaðu bert 37 dagar í, at hann hevði sín 25 ára starvsdag.

Í vár helt Petur 60 ára føðingardagin. Hetta var, meðan føroyska náttúran vísti seg frá síni vakrastu síðu, og føðingardagurin varð lutvíst hildin í túninum Oman Viðarlund 13, í milda sólskininum henda stilla vármorgun.

Veturin er komin, og Petur er farin frá okkum.

Við sínum vinarliga og skemtingarsama lyndi vann Petur hjørtuni í okkum øllum.

Petur var eldhugaður og dugnaligur í sínum arbeiði. Vit kunnu spyrja hundraðtals maskinlærlingar, S.I.T.næmingar, tekniskar assistentar og nú eisini framleiðslutøkningar, sum gjøgnum hesi nógvu árini hava havt Petur sum lærara.

Seinast í 1980`unum varð álagt lærarunum á Tekniska Skúlanum at skipa sítt egna fakfelag. Petur gjørdist formaður í fyrstu nevndini. Hetta hevði samstundis við sær, at hann varð valdur til álitismann hjá lærarunum.

Við sínum nærlagni og eldhuga arbeiddi Petur við lív og sál, og hetta fekk stóran týdning fyri, hvussu skúlin varð lagaður til nýggju krøvini, tá hann kom undir føroyskar myndugleikar.

Petur hevði eisini onnur álitisstørv á skúlanum. Í tryggleikaarbeiði var Petur ein eldsál og skipaði eisini ein bygnað fyri hesum arbeiði.

Á eftirútbúgvingarøkinum var Petur somuleiðis undangongumaður, og tað eru ikki so fá virki í Føroyum og tekniskir skúlar í Danmark, sum høvdu tætt samstarv við Petur á hesum øki.

Góðu Marita, Dania, Hans Pauli og Karolina! Saman við tykkum drýpa vit høvur í virðing fyri kæra pápa tykkara og biðja Hann, sum øllum valdar, troysta og styrkja tykkum og familjuna í hesi sváru sorg.


Lærarar og starvsfólk á Tekniska Skúlanum í Tórshavn