Fríggjadagin 5. desember 2008 andaðist Finnur Helmsdal, fyrrverandi løgtingsmaður, 56 ára gamal.
Finnur Helmsdal var føddur 20. apríl 1952 í Tórshavn. Hann var sonur Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðing , sum var ættaður úr Leynum og Oliviu Helsmdal, sum var ættað úr Miðvági. Finnur var giftur við Jóruni Højgaard úr Vestmanna. Tey eiga 4 børn.
Finnur Helmsdal varð útbúgvin sosialráðgevi í 1980, og í 1998 tók hann prógv sum exam. art. í siðsøgu og søguvísind á Fróðskaparsetrinum.
Hann hevði sítt borgarliga yrki innan almannaverkið. Eftir lokna útbúgving starvaðist hann sum sosialráðgevari á Almannastovuni, og í 1985 gjørdist hann leiðari á Andveikraverndini. Ì 1994 fór hann aftur í starv á Almannastovuni, til hann í 2002 gjørdist leiðari á Barnaheiminum.
Hann sat eisini eitt skiftið í ættleiðingarráðnum og í ráðnum fyri brekað.
Finnur var ítróttarmaður burturav, og var øll síni yngri ár sera virkin innan hondbólt og fótbólt. Tey seinastu mongu árini var hann ítróttarskrivari á Oyggjatíðindum, og í útvarpi og sjónvarpi var hann eisini fastur viðmerkjari til fótbóltsdystir burturi og heima.
Harafturat skrivaði hann nógv um heimligan og útlendskan ítrótt í bløðum og bókum, og í 1991 kom bókin Reytt og blátt og hvítt út.
Finnur gjørdist politiskt virkin í 1990´unum, og var hann eitt skifti varamaður í Tórshavnar býráð. Hann sat á tingi sum varamaður frá 1998 til 2002, og hann varð valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í 2004, har hann sat til 2009, tá hann aftur gjørdist varamaður, til hann í august bað um faloyvið av sjúkuávum.
Finnur hevði korini hjá teimum, sum høvdu hjálp fyri neyðini, við sær innum tinggátt. Hann var í politiska virki sínum ein eyðsýniligur sosialur profilur, og eingin ivi var um, at hjartað hansara var hjá teimum minni mentu í øllum lutum.
Finnur Helmsdal var tjóðskaparmaður burturav, og hann stríddist við eldhuga fyri, at samfelag okkara skuldi rúmað øllum føroyingum, eisini tá harðast leikaði á, og hóast tað kundi fáa avleiðingar bæði fyri hann sjálvan og fyri flokkin, hann umboðaði.
Hann var heilur har hann var, og á tingi vistu vit altíð, hvar vit høvdu hann.
Tað var ein virkin tingmaður úr okkara hópi, sum nú setti førningin frá sær, tí hervilig sjúka hevði fingið fastatøkur á honum. Hann stríddist av øllum alvi fyri at vinna sær heilsuna aftur, men gjørdist ov stuttur.
Latum okkum í tøgn minnast Finn Helmsdal.
Løgtingsformaðurin