Minningarorð: Annufía farin

Fríggajakvøldið 8/11-2013 and­aðist Anna Sofía Sig­urðs­son, f. Gåsedal, 87 ára gomul eftir stutta sjúkralegu.
Hon var ættað úr Gásadali, hagar mamman við húsum flutti av Víkum á Vágoynni.
Lítil og eingin jørð var í húsinum og nógv børn. Annu­fía var ikki hálvvaks­in, tá hon fór út at tæna. Har hevði hon tað ikki gott, longdist illa og rímdi loksins av neyð aftur til Gásadals.
Seinri fór hon so til Klaks­­­víkar á sjúkrahúsið at arbeiða og síðani sum ar­beiðs­genta í ymisk valahús, sum hon ivaleyst lærdi væl av og treivst væl í, harav hon varandi sýndi tokka til tey fólkini og teirra.
Hon giftist Haldor Sigurðs­­son, stýrimanni og seinri skipara. Tey fingu sam­an eitt hugnaligt heim norð­ar­laga á Gørðum í Klaksvík og saman tríggjar døtur, sum eru komnar væl undan.
Haldor sigldi sum yvir­mað­­ur, meðan Annufía pass­­­­aði døturnar og heima­front­­­in av einslistum, og onk­un­­tíð arbeiddi hon ískoytis i fiski. Tey seinastu mongu árini, áðrenn hon var pensionerað, arbeiddi hon á hvíldarheiminum Naina í Havn, har henni dámdi av­bera væl at vera.
Annufía hevur alt sítt lív verið sera verkliga virkin, ein brandur og eitt ordans fólk og í sínum verimáta vinn­­andi í vinarsambondum víða hvar.
Frá tí at eg fekk eygu vóru hon og hennara ger­andis­gestir okkara á Biskupstøð. Tað var kanska bara okkurt við vágafólki har í bygdini, men hevur hesin kennskapur hildið sær til denna dag. Vit vitjaðu hvønn annan, snakk­aðu um felags forløg og tað utt­an nærri skyldskap.
Tá eg las niðri og búði í studentabýli, læntu Annufía og døturnar um sumrarnar mítt kamar at húsast í, með­­an Haldor sigldi millu dansk­­ar havnir. Afturfyri frakt­aði Haldor meg og mítt habengutt til og frá landana millum ókeypis. Tað var ein fín kontrakt. Eg spardi ferða­­seðlar, meðan Annufía, sær vænt, tiltrongt mugaði út á mínum kamari uframt víða hvar í studentabýlinum, meðan meðstudentar og pedell­ur tignarliga titteluer­aðu hana sum frú Sigurðs­son.
Síðani Annufía kom til Havn­ar at búgva og arbeiða hava vit mangan hildið jól og nýar saman, ringt saman og vitjað hvønn annan í ósvikaligum hugnaði.
Samskiftið við Annufíu var altíð hugfarsligt. Hon visti nógv at siga frá um familju í søguligum høpi og dugdi frágera væl at luta gaman og álvara hvørt til sínar náðir. Væl kundi hon vera avgjørd og bersøgin, men tú visti altíð, hvar tú hevði hana. Hon var sonn, útvend og fyrikomandi, tískil sosial og kundi vera saman við øllum fólkum óansæð trúgv og politiska áskoðan.
Fastur siður var leingi hjá okkkum at fara til taffils hjá Annufíu ólavssøkukvøld, og har manglaði so sanniliga einki.
Annufía hevur, púra klár í erva, fortalt um sítt lív, skift­andi forløg og sýnt ok­k­um og okkara børnum stórt upp­merksemi, eins og hon hevur minst hvønn føð­ingardag.
Børn okkara hava for­gud­að hana. Hon spurdi javnan til tey, eins og hon var sera tíðindafró og fegin um egin børn og ommubørnini.
Annufía var alt sítt lív eitt arbeiðsgrev og hartil gávu­mild. Plagi sjálvur stund­um at egna hana við nøkrum fiskum, sum hon við fragd og hegni tilvirkaði og gjarna gav øðrum burturav, og tá eg nú í heyst beyð henni, 87 ára gamlari, ein sveita, vildi hon hava allar tríggj­ar, sum hon arbeiðsvon í eini handavending hag­reiddi og lovaði okkum eitt indur burturav. Hon var heilt einastandandi ófør og læt eisini fegin burturav til onnur, sum eyðvitað so ella so egndu henni afturímóti. Soleiðis eigur gott vinarlag og grannalag at vera.
Hon megnaði til tað sein­asta at húsast einsamøll utt­an heimahjálp, tó við góðari hjálp frá Eyð og góðum grann­um.
Tá um meðmenniskju ræð­­ur, rennur ofta ein heild­ar­mynd ella yvirskrivt fram fyri ein.
Viðvíkjandi Annufíu Sigurðsson er okkum eingin ivi: ”TRÚSKAPUR”.
Trúgv sum trøllið hevur hon allar sínar dagar ver­ið í okkara føri eins og í granna­skapunum, bæði í Klaksvík og nú seinri í Havnini.
Sum persónur heilstoypt, støðuføst og trúgv, og nú hon forrestin andaðist mitt undir samfelagsmøtunum, hevði hon annars sær vant eyðvitað riggað seg til okkurt av møtunum, eisini í ljósinum av, at tey í forum har vesturi í Gásadali sum familja vóru millum tey allarfyrstu ”brøð­ur og systrar” har á staðnum eins og í landinum sum heild.
Vit, Karin, eg og okkara fara sáran at sakna Annufíu, hóast hon í ætt ikki var okk­ara allarnærmasta, tó hon í huga og verki kendist okk­um av allarnærmastu og kærastu næstringum á staðnum og í sínum verimáta altíð kendist hjá- og nærverandi okkum.
Góða Annufía, vit drípa høvur og saman við tínum nærmastu sakna vit teg.
Hvíl í friði, góða Annufía.
-----
Eyðun & Karin á Ternuryggi