Minnilutin í Klaksvík roynir enn

Fríggjadagin bjóðaðu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í Klaksvíkar kommunu Fólkaflokkinum at koma til samráðingarborðið um at skipa samgongu í Klaksvíkar býráð

Klaksvík:
Hóast avtala er gjørd millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, hava hinir tríggir flokkarnir í Klaksvíkar býráði boðið Fólkaflokkinum til samráðingarborðið at gera samgongu til komandi fýra árini. Sostatt letur ikki til, at allar súður eru syftar enn.
Men Fólkaflokkurin hevur sum sagt skrivað undir eina avtalu við Tjóðveldisflokkin, og flokkarnir skuldu á fund mánakvøldið at gera eina arbeiðsætlan og at manna nevndirnar. Kortini hevur minnilutin komandi fýra árini sett seg í samband við Fólkaflokkin. Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum sigur, at Javnaðarflokkurin ikki bara hevur sett seg afturá, sum nú er.
Hava tit boðið Fólkaflokkinum borgarstjórasessin?
? Vit hava boðið Fólkaflokkinum til at koma til samráðingar, har vit eru er opin fyri at kjakast um alt. Samstarvsavtalan, sum tey hava gjørt, er rættiliga smøl og harvið meta vit hana ikki vera so góða fyri býin. Tí settu vit okkum í samband við Fólkaflokkin.
Tilboðið varð givið fríggjadagin, men enn hava tey, sambært Eyðgunn, onki svar fingið frá Fólkaflokkinum.
Kunnu tit loyva tykkum at gera so, tá ein avtala longu fyriliggur?
? Tjóðveldisflokkurin gjørdi so skjótt av, tá tað var slitnað hjá okkum, at vit als ikki fingu ein møguleika at kontakta Fólkaflokkin, og vit høvdu longu verið í sambandi við Fólkaflokkin, áðrenn sitandi meiriluti sessaðist til samráðingar. Men vit vildu halda okkum til ta avtaluna um samráðingar við sitandi meiriluta, áðrenn vit hugdu at øðrum møguleikum. Tá tær slitnaðu leyp Tjóðveldisflokkurin í føvningin á Fólkaflokkinum, og hildu vit so, at vit eins væl kundu loyva okkum at kontakta flokkin.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at Javnaðarflokkurin varð framstillaður sum ómøguligur av Steinbjørn Jacobsen, men tað hevur onki við veruleikan at gera.
Hon heldur, at Tjóðveldisflokkurin hevur mist meira við avtaluni við Fólkaflokkin enn um tey høvdu tikið av onkrum av teimum avtalunum, sum lógu á samráðingarborðinum hjá sitandi meiriluta.