Minni regn og minni toka á ólavsøku

- Tær ólavsøkurnar, tá man var ungur og róði kapp, tími eg ikki so væl at minnast, sigur Hilmar J. Højgaard 

 

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Ja, bróður kemur heim úr Danmark, og vit plaga at fara á ólavsøku, sigur Hilmar J. Højgaard.

Hvussu heldur tú ólavsøku?   

- Tað er eitt sindur ymiskt. Onkuntíð eri eg til setanina og onkuntíð til kappróður. Annars verður bara gingið gjøgnum býin, heilsað upp á fólk og prátað.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?   

- Tað veit eg ikki, men tað plagdi at vera hugnaligt at hoyra Njál, sála, og Frelsunarherin.

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?   

- Kanska onkur, tá man var ungur og róði kapp, men tær ólavsøkurnar tími eg ikki so væl at minnast.   

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Minni av regni og minni av toku. Annars er alt okey, sigur Hilmar J. Højgaard.