Einasta fiskaslag, sum er vaksið í nøgd fyrstu tveir mánaðirnar í ár, er toskur. Nøgdin av toski er vaksin við 486 tonsum og virðið við sløkum 12 miljónum krónum. Í januar og februar í ár eru tilsamans 16.471 tons av fiski seld um avreiðingarskipanina.
Hóast hetta eru 2.337 tons minni enn um somu mánaðir í fjør, er samlaða avreiðingarvirðið í ár heilar 17,2 miljónir krónur størri.
Einasta fiskaslag, sum er vaksið í nøgd fyrstu tveir mánaðirnar í ár, er toskur.
Í januar og februar í fjør vórðu tilsamans 1.887 tons av toski avreidd í mun til 2.373 tons fyrstu tveir mánaðirnar í ár. Talan er soleiðis um ein vøkstur í nøgdini av toski upp á 486 tons. Vøksturin í avreiðingarvirðinum á toski í ár er slakar 12 miljónir krónur.
Nøgdirnar av upsa eru minkaðar við tilsamans 1.623 tonsum ? úr 11.659 tonsum niður í 10.037 tons. Kortini er avreiðingarvirðið fyri upsa vaksið við eini góðari miljón.
Samlaða avreiðingarvirði fyri ráfisk seld um avreiðingarskipanina í januar og februar í ár var góðar 148 miljónir krónur, og tað eru so 17,2 miljónir meiri enn somu mánaðir í fjør.