Fiskimálaráðharrarnir í ES-londunum eru vorðnir samdir um at skerja tær flestu kvoturnar næsta ár. Semjan ber í sær, at kvoturnar á toski, hýsu og tungu minka millum 20 og 25 prosent samanborið við kvoturnar í ár.
Sum nakað nýtt hava ráðharrarnir samtykt at loyva skipum at fiska 7.000 tons av ansjósum í Biscaya-víkini næsta ár. Hesin stovnurin hevur fingið frið í fleiri ár, men hevur nú ment seg aftur.
Hvat Norðsjónum viðvíkir, er semjan millum ráðharrarnar bara fyribils, til ES hevur fingið eina avtalu við Noreg um har fiskiskapin í 2010, skrivar DR.