Ófriðurin í Danmark helt fram í gjárkvøldið og í nátt, men tað var kortini heldur friðarligari enn leygarnáttina og sunnunáttina Løgreglan fekk 88 fráboðanir um eld í gjárkvøldið og í nátt, og 29 ungólk vórðu tikin.
Í Roskilde noyddust fólk at fara úr einum íbúðarhúsum, tí onkur hevði tveitt ein sokallaðan molotovcocktail inn í kjallaran. Tað eydnaðist kortini at sløkkja eldin beinanvegin.
Í Brøndby Strand settu ungfólk eld á ein hjall. Eisini her fingu fólk boð um at fara úr íbúðum sínum, men tey sluppu kortini skjótt innaftur.