Minnast fyrsta borgarstjóran

Í dag klokkan 16 fer Ættarbandið at varpa ljós á Mads Andreas Winther, sum var fyrsti borgarstjórin í Havn eftir nýggju kommunuskipanini í 1909 Ættarbandið er eitt felag fyri ættargranskarar. Á hvørjum ári hevur felagið havt almennar fundir um ávísar søguligar persónar.

Við tað at Tórshavnar kommuna fyllir 100 ár, hevur nevnd felagsins gjørt av at hava fyrilestur um fyrsta býráðsformannin í Havn, Mads Andrias Winther (1871-1923).

Mass Andrias Winther og Jóhan Hendrik Poulsen vóru teir í skipaðu fyri fyrsta fólkafundinum í Føroyum, hetta var 14. mai í 1894. Hann kom upp í politik, og saman við øðrum íbirti hann í 1903, fyrsta veljarafelagið í Føroyum, Føroya Framburðsfelag.

Tá ið nýggja býráðslógin kom í gildi í 1908, var M. A. Winther valdur á listanum hjá hesum sama felag og gjørdist hann soleiðis fyrsti býráðsformaður í Havn.

Tað verður Ólavur Clementsen sum fer at hava fyrilestur um Mass Andrias Winther í Miðlahúsinum í Havn, í dag, leygardagin, 12 september klokkan 16.

Í nevndini í Ættarbandinum eru:

Maria Jacobsen, Glyvrar, formaður

Elin Midjord, Tórshavn, næstformaður

Jóna Lindenskov, Tórshavn, skrivari

Katrin Mørkøre, Eiði, kassameistari

Andras Joensen, Tórshavn, nevndarlimur.