Minnast Chavez sum stóran latínamerikanara

Myndugleikarnir í Venesuela hava lýst landasorg í sjey dagar í sambandi við, at landsins forseti, Hugo Chavez, doyði í gjárkvøldið. Hann var 58 ára gamal og var illa sjúkur av krabbameini tey seinastu árini.

Fleiri lond og felagsskapir hava sent myndugleikunum í Venesuela samkensluheilsanir. Ein tann fyrsta heilsanin kom úr Kuba. Chavez hevði sera gott samband við Castro-leiðsluna í Havanna, og tað var eisini har, hann fekk viðgerð ímóti krabbameininum. Nú hann er deyður, hevur kubanska stýrið lýst landasorg í tríggjar dagar.

Viðurskiftini millum Venesuela og USA hava ikki verið tey bestu í forsetatíðini hjá Chavez, og í sínari heilsan legði Barack Obama, forseti, dent á framtíðina.

-USA styðjar tað venesuelska fólkið í hesum truplu tíðum og vil fegið hava eitt virkið samstarv við myndugleikarnar í Venesuela, sigur Obama.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, lýsir Chavez sum ein originalan, framskygdan og sterkan mann, sum hevði stóra ætu av sambandinum millum Caracas og Moskva.

Forsetin í Brasil, Dilma Rouseff, sigur í sínari heilsan, at Chavez var ein stórur latínamerikanari, og forsetin í Kili, Sebastian Piñera, lýsir Chavez sum ein leiðara, sum legði stóra orku í at sameina Latínamerika.

Samhugaheilsanir eru eisini komnar úr eitt nú Kolombia, Argentina, Uruguay, Ekvador og El Salvador.

Hugo Chavez fer til gravar fríggjadagin.