Minna fólk á hvussu tey byrgja fyri at verða sjúk

Tað kann verða alvorligt hjá fólki at fáa nátasjúkuna og nú nátatíðin byrjar aftur minna myndugleikarnir á, hvussu vit skulu bera okkum at

Nátatíðin stendur fyri durum, og sostatt er eisini vandi fyri, at nátasjúkan samstundis fer at gera um seg. Nátasjúkan kann verða álvarslig og tí minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, hvussu tey, sum fáast við náta, eiga at bera seg at fyri at fyribyrgja, at nakar fær sjúkuna.

Nátasjúka kann geva eitt slag av lungnabruna og tey fyrstu sjúkuteknini vísa seg fýra til fjúrtan dagar eftir at ein er smittaður.
Nátungar, ið eru saltaður, smittar ikki, men annars er tað ógvuliga avgerðandi at hugsa um reinføri, tá ið fólk fáast við nátungar.

Við veiðu av náta er umráðandi at verða ansin og hava gott arbeiðislag og reinføri.
Nátunar, ið eru rak, ella sum síggja út til at verða ússaligir og sjúkir, eiga ikki at verða tiknir. Og tey, ið fara eftir nátungum, eiga at vera í oljuklæðum og tey eiga at vaska bæði oljuklæðini, og øll onnur klæðir, tey hava verið í, væl, tá ið tey koma aftur.
Tey, sum fara eftir nátungum, skulu vaska sær væl um hendurnar ímeðan tey eru úti og tá ið tey eru komin aftur

Tey eiga at vaska sær væl um hendurnar, áðrenn tey fáa sær at eta ella fáa sær ein royk. Tað besta er at skola hendurnar í kloraminvatni, og kloramin fæst á apotekinum.
Av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, er tað best at skálda nátungarnar. Verða nátungar royttir eigur luftskiftið at verða gott har roytt verður og tað ger tað ikki verri at vera í støvmasku.
Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt, og annað, sum hevur verið í brúki, skulu koyrast í plastposar og beinast burtur hjá IRF ella á brennistøðini í Havn.

Vanligu sjúkuteknini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og fepuri upp á eini 39 stig, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti.

– Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa følir seg sjúkan. Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna. 

Landslæknin sigur, at síðani 1991 hava seks fólk havt nátasúkuna, ein í 1991, tvey í 2003, tvey í 2016 og ein í 2017.    

– Tá ið nátin er royttur, skáldaður, ella skrædlaður, er lítil og eingin vandi fyri smittu. Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku, doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá nátungin er kókaður ella stoktur.    

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at er ætlanin at selja nátungar, skal tað verða frá løggildum stað ella eftir kunngerðini um heimaframleiðslu. Heilsufrøðiliga starvstovan mælir til, at nátungar eru skáldaðir, ella royttir, og saltaðir tá ið teir verða seldir. Teir kunnu sjálvandi eisini vera skrædlaðir, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.