- Vit eiga at hava í huga, at einir 20 útróðrarbátar liggja, samstundis sum tað eisini eru línuskip sum í hesum døgum liggja Felagið Línuskip er komið fram til, at longu nú er dagatalið i fiskidagaskipanini skorið við umleið 30%, eftir at skipanin kom í gildi.
- Hetta hevur avlagað fiskidagaskipanina fullkomiliga.
Felagið vísir til kanningina hjá fiskiorkunevndini, sum sambært felagnum staðfestir, at veiðiorkan ikki er munandi broytt innan húkaflotan.
- Aftrat hesum eiga vit at hava í huga, at einir 20 útróðrarbátar liggja, samstundis sum tað eisini eru línuskip sum í hesum døgum liggja.
Hetta merkir, sigur Felagið Línuskip, at línuveiðan av sær sjálvum er minkað munandi í 2008.
- Heldur enn at lata hurðar aftur, átti politiski myndugleikin at gjørt sítt til fyri at útvega fiskiflotanum veiðimøguleikar í øðrum londum, eitt nú Ruslandi og Grønlandi.
Felagið heldur annars, at eitt møguligt hugskot, nú støðan í fiskiskipavinnuni er so vánalig, hevði verið at sett í verk eina FAS-líknandi skipan.
- Eitt annað átak kundi verið at tikið av 25%-regluna um landing uttanlands, heldur Felagið Línuskip.










