Millum garðar

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Nú skal miðbýurin í Havn oyðileggjast. Klaksvík veit eg einki um.

Í Havn skal stórbæra grótlaðingin hjá hegnismonnum uttan um tignarliga landshøvdingaborgina brótast niður. Kortanei. Hann verjir ríkið móti føroyska frælsisherinum, skuldi hann eina ferð í framtíðini (tað er tó neyvan sannlíkt) fingið fingurin út og farið í hernað í staðin fyri bara at rópa.

Garðurin skal ikki bara vera standandi. Píkatráður við streymi í skal setast oman á hann.

Og hann eigur at fáa navnið Størstigarður. Havnin uttan fyri Størstagarð og innan fyri Stóragarð, sum bara er ein heilt vanligur bøgarður, sum havnarfólk fóru afturum at gera burtur av sær fyrr í tíðini.

Og torir nakar at krevja, at Múrurin í Kirkjubø skal brótast niður og brúkast til vegargerð?

Hann ímyndar eisini kúgandi vald og skuggar fyri sól.

Bilarnir í Havn, sum líka síðani tann fyrsti kom hava havt fyrsta rætt til vegirnar, hava vunnið sær hevd og kunnu tí ikki bara soleiðis kroystast út úr miðbýnum til frama fyri eina deyða á og breiðar trappur til nógv fólk at detta í í senn.

Nei, kortanei, latið miðbýin sova í friði á sínum vagli, umgirdur av demokratii, bønum og sálmasangi og øðrum hallelýja.

So heldur ein golfvøll afturat, minst 18 hol, og ordiligt gras aftur á Tórsvøll. Og ein 500 metra hyl.

Eitt torg í Steinatúni. Álvaratos, Steinatorg í steinrunnum býi fer at krevja sjey ella átta bilpláss, tími ikki oman at telja beint nú.

Hvar skulu teir bilarnir so standa? Á Skálatrøð. Har verður heldur ikki pláss fyri teimum. Í Gundadali. So noyðast fólk at ganga longri enn 10 metrar. Hví skulu tey so keypa sær bil?

Sterkasta ábendingin um, at nú gongur betur í Havn, er, at færri fólk ganga, tí fleiri bilar verða keyptir. Og bussarnir eru tómir millum klokkan átta og fimtan. Vit hava bast enn einari kreppu við flatskatti og skattaðum inngjaldi. Ikki banna.

Skilji væl, at landsstýrið vil hava sín part av eftirlønini alt fyri eitt. Eftirlønir hjá føroyingum eru líka so ótryggir pengar sum allir aðrir pengar. Teir kunnu vera horvnir í morgin sum ein annan leygardag. Og so fær landskassin einki, tí so er einki útgjald at skatta. Og tá fær landsstýrið so sanniliga av at vita, fakfeløgini sjálvandi á odda sum vant: hví tryggjaði landsstýrið ikki okkum skattgjaldarum og landskassanum okkara og sínar pengar?

Hví var inngjaldið ikki skattað? Hví svav landsstýrið í roknitímanum?

Ikki tí, dugnalig fólk við skili fyri pengum eru í nevndunum hjá eftirlønarfeløgunum eins og í bankunum. Tey duga sítt, men fáa ikki vart seg fyri pengaetandi skrímslum uttaneftir. Eingin kreppa byrjar í Føroyum.

Næstu ferð, virðisløn skal latast fyri gott føroyskt mál, eigur fyrsta kvinnan, sum tosar um seg sjálva og alla aðrar í kvenkyni, at fáa hana fyri góðan málburð. Fyri at virða, at føroyskt ikki er eitt einkynt mál.

Tað ræður um altíð at byrja við sær sjálvari, ikki sær sjálvum.

Tá Kitty May stillaði upp fyri Sambandsflokkin til eitt løgtingsval var hon bara á tí listanum og vendi og endaði dagin eftir á listanum hjá Fólkaflokkinum.

Tíðindi, stórtíðini, konflikt, konflikt, so eg gjørdi eina samrøðu við Kitty May um hetta overnight skiftið frá einum liberalum flokki til ein liberalan flokk.

Tá samrøðan var liðug og mikrofonin, tíverri, sløkt, segði hon, at hon fór, tí tað var ikki pláss fyri tveimum sterkum kvinnum á sama lista. Soleiðis!

Við slíkum sjálvsáliti hava vit ikki brúk fyri javnstøðulóg, javnstøðunevnd, javnstøðugrenj og demokratia.